Author: Randi Vestergaard

  • Farmaskipið Akranes er handað Smyril Line

    Farmaskipið Akranes er handað Smyril Line

    Farmaskipið Akranes
    er handað Smyril Line

    Smyril Line hevur í dag fingið handað farmaskipið Akranes frá CIMC Raffles skipasmiðjuni í Yantai í Kina.

    Akranes er tað seinna av teimum báðum nýggju Ro-Ro-farmaskipunum og er partur av eini størri íløgu í at endurnýggja og framtíðartryggja flotan hjá Smyril Line.

    Akranes fer eftir ætlan úr Kina við kós móti Evropa í næstu viku.

  • Smyril Line er Ársins Virki 2026

    Smyril Line er Ársins Virki 2026

    Smyril Line er Ársins Virki 2026 

    Á Vinnudegnum, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 18. september, varð Smyril Line kosið Ársins Virki 2026. 

    Seinastu árini hevur Smyril Line verið í stórari menning bæði innan farmaflutning og ferðavinnu. Hotellvirksemið er økt, Norröna er umvæld, og fleiri nýggjar matstovur eru komnar afturat. Felagið hevur víðkað um flotan og stendur nú á gáttini til at taka ímóti tveimum nýggjum farmaskipum. Farmavirksemið er samstundis økt í Føroyum, Íslandi, Danmark og Hollandi. 

    „At verða kosin Ársins Virki 2026 er ein stórur heiður. Eg vil takka okkara starvsfólkum á sjógvi og landi fyri teirra dugnaskap, trúfesti og stóra arbeiði. Saman halda vit fram við at menna okkara ferðavinnu- og flutningstilboð í Norðuratlantshavi,“ sigur Jens Meinhard Rasmussen, forstjóri í Smyril Line. 

  • Ferð til Danmarkar

    Ferð til Danmarkar

    Ferð
    til Danmarkar

    Úr Føroyum
    til mítt annað heim

    Tá ið eg fari til Danmarkar við Norrönu, byrjar ferðin longu heima.

    Eg pakki bilin, koyri umborð – og so er alt við. Tá ið eg komi til Danmarkar, havi eg bæði mín egna bil og alt viðførið við mær. Einki roks.

    Sára Jacobsen

    Hirtshals og Norðurjútland

    Summarið 2026

    Ferðin byrjar umborð

    Vit koyrdu umborð í Føroyum seint um kvøldið. Eg hevði eina lítla tasku við mær í kahúttina, meðan restin av viðførinum varð verandi í bilinum.

    Tá ið eg kom í kahúttina, pakkaði eg út, sum um eg skuldi flyta inn. Soleiðis geri eg altíð, eisini um eg bert skal vera har nakrar fáar dagar.

    Morgunin eftir byrjaðu vit við stóru morgunmatarbuffetini. Mær dámar serliga væl at sita við vindeygað og eta, meðan Norðuratlantshavið er beint uttanfyri.

    Seinni fekk eg mær norðurlendskt smyrjibreyð á Munkastovu, fór at venja, svimja og ein túr í tax-free handilin.

    Pláss til bæði
    upplivingar og frið

    Eitt av mínum yndisstøðum umborð er Undirhúsið. Har eru bøkur, góð sitipláss og ein friðarligur, hugnaligur dámur. Eg seti meg fegin har við telduni ella einari bók. Har síggjast eisini ofta konufólk sita og binda.

    Tað er júst hetta, mær dámar við einum heilum degi umborð: Tú kanst fylla dagin við upplivingum, men tú kanst eisini gera næstan einki.

    Um kvøldið ótu vit ein góðan trírættaðan døgurða í Munkastovu. Aftaná fóru vit í Laterna Magica, har vit vóru til pub quiz, lurtaðu eftir livandi tónleiki og komu í prát við onnur ferðafólk.

    Tá ið Danmark byrjaði at koma undan morgunin eftir, merkti eg veruliga, at frítíðin var byrjað.

    Hirtshals
    – mítt annað heim

    Eg havi ferðast til Hirtshals, síðan eg var barn, og systir mín býr har. Tí kennist býurin eitt sindur sum mítt annað heim.

    Nógv síggja Hirtshals sum staðið, har tey koyra av Norrönu, áðrenn leiðin gongur víðari. Men fyri meg er Hirtshals nógv meira enn tað.

    Mær dámar væl tað róliga býarlívið, túrarnar í skóginum og fram við strondini – og ikki minst vøkru sólseturnar yvir havinum.

    Eg fari eisini næstan altíð í endurnýtsluhandlarnar. Tað kann vera eitt sindur vandamikið, tá ið tú hevur bilin við og knappliga hevur pláss at taka alt møguligt við heim.

    Upplivingar
    í Norðurjútlandi

    Hirtshals er eitt gott útgangsstøði, um tú vilt uppliva meira av Norðurjútlandi. Hirtshals Fyr, Nordsøen Oceanarium, Skagen, Aalborg og Fårup Sommerland eru øll í rímiligari koyrifrástøðu. Hjørring er eisini bert ein stuttan biltúr burtur, um tú hevur hug til ein shoppingdag.

    Hesaferð fóru vit í Fårup Sommerland. Eg havi verið har nógvar ferðir sum barn, men nú vóru vit bara vaksin. Og tað vísir seg, at tað framvegis er minst líka stuttligt.

    Heimferðin er
    partur av upplivingini

    Eftir tvær vikur var aftur tíð at koyra umborð á Norrönu. Beinanvegin fekk eg kensluna: Ahh, nú eri eg næstan heima.

    Vit ótu ein trírættaðan døgurða saman og endaðu kvøldið við filmquiz. Eg helt faktiskt, at nú hevði eg endiliga ein møguleika at vinna. Tað hevði eg ikki.

    Dagin eftir slappaði eg av í Laterna Magica, fór í biograf og sat í heita pottinum við útsýni yvir Norðuratlantshavið. Meðan eg át smyrjibreyð á Munkastovu, sigldu vit fram við Hetlandi. Tað kendist næstan sum at fáa ein lítlan miðmála í Hetlandi við á ferðini.

    Tá ið Føroyar
    koma undan

    Tá ið føroysku fjøllini spakuliga komu undan í havsbrúnni, fingu vit okkum pláss við stóru vindeyguni í Laterna Magica.

    Tað er ein sjón, sum eg ongantíð troyttist av. Eg fái næstan altíð gásarhold og ein klump í hálsin. Onkuntíð eitt sindur av vátum eygum eisini. Dramatiskt? Kanska. Men soleiðis er tað.

    Tað er júst tað, mær dámar við at ferðast við Norrönu. Sjálv ferðin er ikki bara flutningur, sum skal fáast frá hondini, áðrenn frítíðin kann byrja. Ferðin er ein partur av frítíðini.

    Eg fór frá heiminum í Føroyum, kom umborð á eitt skip, sum kennist heimligt, og ferðaðist til Hirtshals, sum kennist sum mítt annað heim.

    Men tá ið føroysku fjøllini koma undan, er eingin ivi – nú eri eg heima.

  • Norröna sparir upp í 26 tons av CO₂ um vikuna við landstreymi í Íslandi

    Norröna sparir upp í 26 tons av CO₂ um vikuna við landstreymi í Íslandi

    Norröna sparir upp í 26 tons av CO₂ um vikuna við landstreymi í Íslandi

    Hósdagin í seinastu viku fekk Norröna fyri fyrstu ferð landstreym í Seyðisfirði.

    Verkætlanin við landstreymi er gjørd í samstarvi við Múlaþing kommunu, sum hevur staðið fyri arbeiðinum á landi. Føroyska fyritøkan ETV hevur sniðgivið og staðið fyri installatiónini av landstreymsloysnini umborð á Norrönu.

    Bæði Eyðun Hansen, stjóri á ETV, og Heðin Mortensen, maskinstjóri umborð á Norrönu, vóru í Seyðisfirði, tá skipanin varð tikin í nýtslu, og lata báðir sera væl at.

    Landstreymurin ger tað møguligt hjá Norrönu at sløkkja hjálpimotorarnar, meðan hon liggur við bryggju. Við longu liggitíðini í Seyðisfirði verður mett, at hetta sparir 7-8 tons av olju um vikuna. Tað svarar til eina minking í CO₂-útlátinum á umleið 22-26 tons um vikuna.

    Samstundis minkar luft- og ljóðdálkingin munandi, tí motorlarmur, ristingar og ávís útlát hvørva, tá hjálpimotorarnir verða sløktir. Hetta gevur betri umstøður bæði umborð og hjá fólki, sum búgva og arbeiða nærindis havnini.

    „Verkætlanin vísir, hvat kann røkkast, tá myndugleikar, havn, reiðarí og veitarar arbeiða saman um ítøkiligar loysnir. Vit á Smyril Line eru sera takksom fyri góða samstarvið við Múlaþing kommunu og ETV“ sigur Jens Meinhard Rasmussen, forstjóri í Smyril Line.

    Landstreymur er partur av arbeiðinum hjá Smyril Line at minka um umhvørvisárinið frá virkseminum og menna burðardyggan sjóvegis flutning í Norðuratlantshavi.

  • Nýggja farmaskipið Skipanes handað Smyril Line

    Nýggja farmaskipið Skipanes handað Smyril Line

    Nýggja farmaskipið Skipanes
    handað Smyril Line

    Smyril Line hevur í dag fingið handað farmaskipið Skipanes frá CIMC Raffles skipasmiðjuni í Yantai í Kina. 

    Skipanes er fyrra av tveimum nýggjum Ro-Ro farmaskipum, sum Smyril Line hevur latið byggja. Skipini eru partur av eini størri íløgu í at endurnýggja og framtíðartryggja flotan. 

    “Vit eru sera fegin um, at Skipanes nú er vorðið partur av flotanum hjá Smyril Line. Skipið fer at styrkja okkara flutningstænastur í Norðuratlantshavi og er samstundis ein týðandi varði í menningini av felagnum og flotanum” sigur Jens Meinhard Rasmussen, forstjóri í Smyril Line. 

    Skipanes fer nú undir ferðina heim úr Kina. Nærri kunning, nær skipið kemur til Føroya og fer í sigling, kemur seinni.

  • Cruise við Norrönu

    Cruise við Norrönu

    Cruise við Norrönu

    Barnafamilja
    cruise við Norrönu

    Sum familja dámar okkum væl at ferðast, tí tað gevur okkum bæði fríløtur og kvalitetstíð saman.

    Tá vit funnu útav, at vit kundu fara á cruise til Danmarkar við Norrönu, kendist tað sum eitt upplagt høvi hjá okkum at skapa góðar upplivingar og rík minnir saman sum familja.

    Bjarta á Rógvi Isaksen

    Cruise til Danmarkar

    Summarið 2025

    Tað snýr seg um ferðina

    Tað er júst á eini cruise-ferð sum hesi, at man veruliga kann siga: Tað snýr seg ikki um sjálvt ferðamálið – tað snýr seg um sjálva ferðina, tí tað er sjálv upplivingin umborð og alt tað, sum Norröna hevur at bjóða, ið er í miðdeplinum.

    Hetta var ein framúr góð uppliving fyri okkum øll. Vit fingu góðan mat, tóku okkum av løttum og hugnaðu okkum saman. Hvør einstøk løta hevði sítt – frá morgunmatarbuffétini til spælið, útsýnið og tær friðaligu løturnar umborð. Ein lættur og ómakaleysur máti at sleppa burtur frá gerandisdegnum og njóta tíðina saman umborð.

    Tryggleiki
    og rúm fyri øllum

    Sólblóman er meira enn eitt merki – hon er eitt tekin um virðing og umsorgan. Sum foreldur at barni við serligum tørvi merkja vit, hvussu stóran mun tað ger, at ferðin kennist trygg, og at vit í sólblómuskipanini kenna ein stuðul á ferðini.

    Manningin tók ímóti okkum við blídni og virðing. Hetta gav okkum frið og gjørdi ferðina til eina sera góða uppliving – serliga tá tørvurin er eitt sindur størri.

    Vit vilja takka Smyril Line fyri at taka ábyrgd og skapa rúm fyri øllum.

    Norröna í barnahædd

    Tað merkist, at ferðin við Norrönu er gjørd við barnafamiljum í huga. Øll, eisini tey smáu, verða sædd og væl móttikin.

    Spæliøkið við Nóatún Cafeteria gjørdist eitt hitt hjá børnunum – og eisini hjá okkum vaksnum. Her kundu tey spæla frítt og trygt, meðan vit slappaðu av, prátaðu saman og drukku kaffi.

    Okkurt til øll

    Maturin umborð var eisini ein uppliving. Morgunmatar- og kvøldarbuffétin í Skansagarði bjóðaðu alt frá barnavinaligum klassikarum til nýggjar smakkir – okkurt til øll.

    Vit hugnaðu okkum eisini í Undirhúsinum, har vit spældu talv við útsýni yvir havið. Laterna Magica gav okkum friðarligar løtur, meðan børnini spældu við leikur, tey høvdu keypt sær í Sjóbúðini.

    Látur og gleði

    Hæddarpunktið á okkara cruise-ferð var uttan iva skattaveiðan og maskotturin Sjógvan. Har var bæði látur, gleði og ein fantastisk familjukensla umborð.

    Frítíðin byrjar umborð

    Ferðin endaði við einari løtu í heita pottinum – nakað bæði børn og vaksin dámdu væl. Ein heilt serlig uppliving fyri alla familjuna.

    Tað at ferðast við Norrönu er ikki bara ein máti at koma fram, men ein uppliving, sum byrjar beinanvegin tú stígur umborð. Ja, frítíðin byrjar av sonnum umborð.

    Takk fyri hesa ferð – vit síggjast heilt víst aftur.

Bóka ferðina her

icon-close