Ferð
til Danmarkar

Úr Føroyum
til mítt annað heim

Tá ið eg fari til Danmarkar við Norrönu, byrjar ferðin longu heima.

Eg pakki bilin, koyri umborð – og so er alt við. Tá ið eg komi til Danmarkar, havi eg bæði mín egna bil og alt viðførið við mær. Einki roks.

Sára Jacobsen

Hirtshals og Norðurjútland

Summarið 2026

Ferðin byrjar umborð

Vit koyrdu umborð í Føroyum seint um kvøldið. Eg hevði eina lítla tasku við mær í kahúttina, meðan restin av viðførinum varð verandi í bilinum.

Tá ið eg kom í kahúttina, pakkaði eg út, sum um eg skuldi flyta inn. Soleiðis geri eg altíð, eisini um eg bert skal vera har nakrar fáar dagar.

Morgunin eftir byrjaðu vit við stóru morgunmatarbuffetini. Mær dámar serliga væl at sita við vindeygað og eta, meðan Norðuratlantshavið er beint uttanfyri.

Seinni fekk eg mær norðurlendskt smyrjibreyð á Munkastovu, fór at venja, svimja og ein túr í tax-free handilin.

Pláss til bæði
upplivingar og frið

Eitt av mínum yndisstøðum umborð er Undirhúsið. Har eru bøkur, góð sitipláss og ein friðarligur, hugnaligur dámur. Eg seti meg fegin har við telduni ella einari bók. Har síggjast eisini ofta konufólk sita og binda.

Tað er júst hetta, mær dámar við einum heilum degi umborð: Tú kanst fylla dagin við upplivingum, men tú kanst eisini gera næstan einki.

Um kvøldið ótu vit ein góðan trírættaðan døgurða í Munkastovu. Aftaná fóru vit í Laterna Magica, har vit vóru til pub quiz, lurtaðu eftir livandi tónleiki og komu í prát við onnur ferðafólk.

Tá ið Danmark byrjaði at koma undan morgunin eftir, merkti eg veruliga, at frítíðin var byrjað.

Hirtshals
– mítt annað heim

Eg havi ferðast til Hirtshals, síðan eg var barn, og systir mín býr har. Tí kennist býurin eitt sindur sum mítt annað heim.

Nógv síggja Hirtshals sum staðið, har tey koyra av Norrönu, áðrenn leiðin gongur víðari. Men fyri meg er Hirtshals nógv meira enn tað.

Mær dámar væl tað róliga býarlívið, túrarnar í skóginum og fram við strondini – og ikki minst vøkru sólseturnar yvir havinum.

Eg fari eisini næstan altíð í endurnýtsluhandlarnar. Tað kann vera eitt sindur vandamikið, tá ið tú hevur bilin við og knappliga hevur pláss at taka alt møguligt við heim.

Upplivingar
í Norðurjútlandi

Hirtshals er eitt gott útgangsstøði, um tú vilt uppliva meira av Norðurjútlandi. Hirtshals Fyr, Nordsøen Oceanarium, Skagen, Aalborg og Fårup Sommerland eru øll í rímiligari koyrifrástøðu. Hjørring er eisini bert ein stuttan biltúr burtur, um tú hevur hug til ein shoppingdag.

Hesaferð fóru vit í Fårup Sommerland. Eg havi verið har nógvar ferðir sum barn, men nú vóru vit bara vaksin. Og tað vísir seg, at tað framvegis er minst líka stuttligt.

Heimferðin er
partur av upplivingini

Eftir tvær vikur var aftur tíð at koyra umborð á Norrönu. Beinanvegin fekk eg kensluna: Ahh, nú eri eg næstan heima.

Vit ótu ein trírættaðan døgurða saman og endaðu kvøldið við filmquiz. Eg helt faktiskt, at nú hevði eg endiliga ein møguleika at vinna. Tað hevði eg ikki.

Dagin eftir slappaði eg av í Laterna Magica, fór í biograf og sat í heita pottinum við útsýni yvir Norðuratlantshavið. Meðan eg át smyrjibreyð á Munkastovu, sigldu vit fram við Hetlandi. Tað kendist næstan sum at fáa ein lítlan miðmála í Hetlandi við á ferðini.

Tá ið Føroyar
koma undan

Tá ið føroysku fjøllini spakuliga komu undan í havsbrúnni, fingu vit okkum pláss við stóru vindeyguni í Laterna Magica.

Tað er ein sjón, sum eg ongantíð troyttist av. Eg fái næstan altíð gásarhold og ein klump í hálsin. Onkuntíð eitt sindur av vátum eygum eisini. Dramatiskt? Kanska. Men soleiðis er tað.

Tað er júst tað, mær dámar við at ferðast við Norrönu. Sjálv ferðin er ikki bara flutningur, sum skal fáast frá hondini, áðrenn frítíðin kann byrja. Ferðin er ein partur av frítíðini.

Eg fór frá heiminum í Føroyum, kom umborð á eitt skip, sum kennist heimligt, og ferðaðist til Hirtshals, sum kennist sum mítt annað heim.

Men tá ið føroysku fjøllini koma undan, er eingin ivi – nú eri eg heima.

Bóka ferðina her

icon-close