Smyril Line søkir eftir stýrimonnum

Application Deadline

September 20, 2026

Smyril Line hevur tvey størv leys at søkja sum ávikavist 1. og 2. stýrimaður í farmaskipaflotanum hjá felagnum.

Vit bjóða spennandi størv í einum føroyskum reiðaríi í vøkstri, har tú fært stóra ábyrgd og fjøltáttaðar uppgávur. Talan er í báðum førum um føst størv við regluligari skiftisskipan.

Krøv til størvini
  • Heilsuprógv
  • Trygdarskeið
  • Fyrstuhjálparskeið
  • Bátaføraraskeið
  • Brannskeið/roykkavaraskeið
  • Viðkomandi vinnubræv til starvið

Starvsroyndir frá farmaskipum eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt. Harumframt er týdningarmikið, at tú arbeiðir skipað, dugir at raðfesta og samstarvar væl við onnur.

Trygdin er grundarsteinurin í øllum, sum vit gera. Tí er sera týdningarmikið, at allar leiðreglur og øll krøv verða hildin.

Setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Skipara- & Navigatørfelag og Reiðarafelagið fyri Handilsskip.

Starvssetan og umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er 20.09.2026. Umsóknirnar verða viðgjørdar leypandi.

Tú søkir starvið umvegis frymilin niðanfyri.

Hevur tú spurningar til størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Karin Katrinu Liliendahl, HR-ráðgeva, á tel. 23 59 51 ella umvegis teldupost karinkatrina@smyrilline.fo.

Um Smyril Line

Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines, Glyvursnes og Skipanes og rekur farmaskipið Lakeway Express. Smyril Line byggir samstundis nýtt høvuðssæti á Molanum í Havn umframt eitt nýtt farmaskip. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan eru eisini partur av Smyril Line-samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

Apply for job

Smyril Line søkir eftir stýrimonnum

Book your journey here

icon-close