Vit sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum HR-ráðgeva til starvsfólkadeildina, ið kemur at hava høvuðsfokus á okkara hotellvirksemi.
Hevur tú hug at vera við til at styrkja trivnað, menning og samstarv í einari av Føroya størstu fyritøkum innan tænastuvinnuna? So er hetta starvið kanska júst nakað fyri teg.
Um starvið
Starvið hevur høvuðsfokus á Hotel Hafnia, Hotel Brandan og hotellvirksemið umborð á Norrönu. Í samstarvi við HR-leiðaran kemur tú at hava ábyrgdina av dagliga HR-arbeiðinum fyri hotellvirkseminum í samtakinum. Tú verður tann, sum leiðarar og starvsfólk venda sær til við ymiskum HR-spurningum, og tú kemur at ráðgeva og veita sparring til leiðarar. Hetta er eitt spennandi starv, sum bjóðar ein fjølbroyttan starvsdag, har tú kemur at arbeiða mitt í hjartanum í einari fyritøku í stórari menning.
Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um at:
- avgreiða fyrispurningar frá starvsfólkum og leiðarum
- seta í verk trivnaðarátøk
- samskipa og ráðgeva í sambandi við starvssetanir
- skipa fyri starvsfólkatiltøkum
- menna og dagføra innanhýsis vegleiðingar og mannagongdir
- avgreiða ymiskar fyrisitingarligar uppgávur
Vit bjóða
Eitt fjølbroytt og spennandi HR-starv í einum livandi arbeiðsumhvørvi við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning. Tú verður partur av einum dugnaligum HR-toymi og eitt týðandi bindilið millum tær ymisku tænastueindirnar í samtakinum. Saman við eldhugaðum og fryntligum starvsfeløgum fært tú ein virknan leiklut í at strykja trivnað, samstarv og menning í samtakinum.
Tín vangamynd
Vit ímynda okkum, at tú:
- hevur viðkomandi útbúgving og arbeiðsroyndir
- hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
- dugir framúr væl at skriva og samskifta á bæði føroyskum og enskum
- arbeiðir skipað og hevur eyga fyri smálutum
- ert fyrikomandi, sjálvstøðug/ur og trívist í einum, til tíðir, høgum tempo
- tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan tænastuvinnuna
Starvssetan og umsóknarfreist
Starvsbyrjan er eftir nærri avtalu. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Freistin at søkja er 9. august 2026. Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðast á síðuni. Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Hjørdis í Dávastovu, HR-leiðara, á tel. 23 59 50 ella á hjordis@smyrilline.fo.
Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur ferðafólkaskipið Norrönu og farmaskipini Mykines og Glyvursnes. Harumframt rekur reiðaríið farmaskipið Lista. Smyril Line byggir nýtt høvuðssæti á Molanum í Havn, umframt tvey nýggj farmaskip. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.