2. stýrimaður til Norrönu

Place

Norröna

Application Deadline

October 18, 2026

Smyril Line sóknast eftir 2. stýrimanni til ferðamannaskipið Norrönu. Vit bjóða eitt spennandi starv í einum føroyskum reiðaríi í vøkstri, har tú fært fjølbroyttar uppgávur, dugnaligar starvsfelagar og eina regluliga skiftisskipan.

Starvið

Sum 2. stýrimaður ert tú vaktgangandi navigatørur á brúnni og dekkinum. Tú hevur m.a. ábyrgd av siglingarskipan og sjókorti. Tú skalt tryggja, at trygdarreglur og arbeiðsgongdir verða fylgdar. Harumframt hevur tú ábyrgdina av trygdarútgerðini umborð.

Vit vænta, at tú
  • Hevur vinnubræv sum STCW Reg. II/1 as Watchkeeping Officer
  • Hevur øll viðkomandi skjøl og skeiðir
  • Ert ágrýtin, ábyrgdarfull/ur og hevur góð samstarvsevnir

Trygdin er grundarsteinurin í øllum, sum vit gera. Tí er sera týdningarmikið, at allar leiðreglur og øll krøv verða hildin.

Setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Reiðarafelagið fyri Handilsskip.

Skiftisskipan áljóðandi 4 vikur umborð og 4 vikur heima.

Starvssetan og umsóknarfreist

Starvið verður sett skjótast til ber. Umsóknarfreistin er 18. oktober 2026, og umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðanfyri.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við skiparan á tel. 34 48 43 ella Karin Katrinu Liliendahl, HR-ráðgeva á 23 59 51 ella umvegis teldupost karinkatrina@smyrilline.fo.

Um Smyril Line 

Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines, Glyvursnes og Skipanes. Smyril Line byggir samstundis nýtt høvuðssæti á Molanum í Havn umframt eitt nýtt farmaskip. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan eru eisini partur av Smyril Line-samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

Apply for job

2. stýrimaður til Norrönu

Book your journey here

icon-close