Kom umborð á Norrönu og uppliv sjómanshugnan 30. mars til 2. apríl. Vit ferðast aftur á slóðina, har fleiri av okkara sjómonnum hava siglt í áratíggju – ein túrur, sum bindur søgu, minnir og felagsskap saman.
Gomlu skipini og trækoyggjurnar eru nú skift út við okkara stásiliga flaggskip og nýmótans hentleikar: rúmlig kømur, matstovur, caféir, hitapottar og svimjihyl. Her fært tú góðar umstøður og møguleikan at uppliva ein serstakan og søguligan túr.
Morgunmatar- og kvøldarbuffet er íroknað á øllum túrinum. Á skránni eru bæði framløgur og hugnaligar løtur við sangi og tónleiki.
Skráin kemur seinni.
Cruise 30. mars til 2. apríl
Úr 3.490,-
Cruise 30. mars til 2. apríl
Úr 3.490,-
Tá 2 ferðast saman
úr 3.490,- fyri hvønn
Einstaklingur
úr 3.640,- fyri hvønn
Íroknað
- Cruise til Íslands
- Kamar uttan vindeyga
- 3 x morgunmatarbuffet
- 3 x kvøldarbuffet
- Útferðir
Matur & drekka
Umborð er stórt úrval av vælsmakkandi mati – njót eina góða buffet, eina leskiliga máltíð í Munkastovu ella eina nýbakaða pitsu í Nótatúni.