Eldratúrur til Íslands 4.-7. mai
Kom við á Eldratúr og njót eina vælskipaða ferð til Eysturlandið við spennandi útferðum, áhugaverdum framløgum og góðum tónleiki. Uppliv hugnaliga dámin á túrinum, og heilsa uppá javnlíkar og gamlar kenningar.
Gott undirhald umborð
Henning Bøgesvang, prestur, fer at hugleiða og Jógvan D. Hansen, heimspekingur, leggur fram um millum annað Hemmingway og Cicero. Gleð teg til felagssang og dans við Vestmonnum hvørt kvøld og konsert við Magnus á Stongum.
Spennandi útferðir á Eysturlandinum
Norröna liggur við bryggju á Seyðisfirði frá mikumorgni til hóskvøld. Hesa ferð vitja vit í Fljótsdali og Skriðuklaustri umframt í Vök Baths, har møguligt verður at njóta heitu hyljarnar og vakra útsýnið yvir Urriðavatn.
Morgun- og kvøldarbuffet er sjálvandi íroknað á allari ferðini.
Prísur
Úr 3.790,-
Prísur
Úr 3.790,-
Írokna
- Fyri hvønn, tá 2 ferðast saman
- Cruise til Íslands
- Kamar uttan vindeyga
- 3 x morgunmatarbuffet
- 3 x kvøldarbuffet
- Útferðir
Skráin fyri túrin

Týsdagur 4. mai
13.00
Fráferð úr Tórshavn
14.00
Kunnandi fundur
14.30
Henning Bøgesvang hugleiðir
16.00
Sjavsur
18.00
Norröna Buffet
20.00
Magnus á Stongum – solo tónleikaframførðsla
21.00
Felagssangur við Ólavi Højgaard og Vestmonnum
22.00
Vestmenn

Mikudagur 5. mai
07.00-10.00
Morgunmatarbuffet
09.00
Lagt verður at bryggju á Seyðisfirði
10.00
Útferð til Wilderness Center í Fljótsdali*
19.00
Norröna Buffet
21.00
Jógvan D. Hansen, heimsspekingur – Gamli maðurin og havið. Hemmingway og tann stóri fiskurin
21.30
Felagssangur við Ólavi Højgaard og Vestmonnum
22.30
Vestmenn
* Útferð til Wilderness Center í Fljótsdali, umleið ein tíma frá Egilsstøðum. Á hesum hugnaliga, gamla bóndagarðinum fáa tit innlit í søguna og lívið á einum fjarskotnum plássi. Húsini, innbúgvið og ein hugtakandi sýning gera fortíðina livandi.
Vit vitja eisini Skriðuklaustur, fyrrverandi heimið hjá rithøvundanum Gunnari Gunnarssyni, og Snæfellsstovu, har framsýning er um náttúruna og djóralívið á økinum.
Aftur á Seyðisfirði seint seinnapartin.

Hósdagur 6. mai
07.00-10.00
Morgunmatarbuffet
10.30
Sjavsur
13.00
Útferð til Egilsstaðir*
16.30
Koyrt verður aftur til Seyðisfjarðar
18.30
Norröna Buffet
20.00
Lagt verður frá bryggju av Seyðisfirði
20.00
Magnus á Stongum – solo tónleikaframførðsla
20.30
Henning Bøgesvang hugleiðir
21.30
Felagssangur við Ólavi Højgaard og Vestmonnum
22.30
Vestmenn
* Vitjað verður við Vök Baths skamt frá býnum, har tit fáa høvi at fara út í hitahyljarnar og njóta vælveruna í serstøku íslendsku náttúruni.

Fríggjadagur 7. mai
07.00-10.00
Morgunmatarbuffet
10.30
Sjavsur
13.00
Jógvan D. Hansen, heimsspekingur – Annar hálvleikur. Hvat sigur Cicero um at eldast.
16.00
Aftur á Havnini
Matur & drekka
Umborð er stórt úrval av vælsmakkandi mati – njót eina góða buffet, eina leskiliga máltíð í Munkastovu ella eina nýbakaða pitsu í Nótatúni.