
Kømur til rørslutarnað
Kømur til rullustólsbrúkarar
Vit hava 6 kømur av hesum slagnum, og liggja tey á dekk 5 og 6. Kamar, baðirúm og gongd eru rúmlig, so fólk í koyristóli sleppa framat. Kømrini hava egið wc og bað við vanligum útbúnaði til fólk við rørslutarni. Neyðstrongur er við høvuðsdyrnar og inni á baðirúmunum. Harumframt hevur baðirúmið lágt vask, hallandi spegil og ein serbygdan stól.
Umframt hetta, er hurðin nóg breið, soleiðis at ein rullustólur lættliga fær koyrt ígjøgnum. Annars er sami útbúnaður her, sum í hinum kømrunum – hárturkari, handklæði og stikk til t.d. barbermaskinu. Kamarið fyri fólk við rørslutarni hevur vindeyga og køliskáp– umframt hevur kamarið buksupressu, klædnaskáp, seingjarklæði og sjónvarp – kamarið hevur eisini størri gólvvídd enn onnur 4-koyggjukømur.
Kamarið kann bíleggjast til 2-4 fólk.
Seingjarmát
Yvirkoyggjur: 195 x 85 cm
Undirkoyggjur: 200 x. 90 cm
Bílegging
Hesi kømur kunnu einans bíleggjast gjøgnum okkara skrivstovu. Hevur tú spurningar ella ynskir at bíleggja, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Onnur kømur
Minibarr
á kamarinum
Keyp áðrenn fráferð, so er køliskápið opið og fylt, tá tú kemur umborð. Gev gætur, at køliskáp eru bert í kømrum við vindeyga. Hevur tú kamar uttan køliskáp, verður minibarrin borin í kamarið.
Bílegg minibarr saman við ferðini, ella keyp á Mín bílegging, um tú longu hevur ein ferðaseðil.
Minibarr við alkohol úr 197,-