Treytir fyri keyp av gávukortið

Gávukortið kann nýtast sum vanligt gjaldskort í øllum Smyril Line samtakinum:

  • Smyril Line
  • Umborð á Norrönu
  • Hotel Hafnia
  • Hotel Brandan
  • Húsagarður
  • Kafé Kaspar
  • Katrinu Christiansen

Støkk inn á gólvið hjá okkum og fá kortið við tær heim.

Opið er gerandisdagar kl. 08.00 til kl. 16.00. Ynskir tú fleiri gávukort, skriva til okkum á booking@smyrilline.fo.

Gávukortið hevur gildið í 3 ár. Burturmist kort verða ikki endurgoldin.

Viðskiftatreytir

í sambandi við keyp av gávukortinum (elektroniskt gávukort)

Vit heita á teg um at lesa hesar viðskiftatreytir, áðrenn tú keypir gávukortið.

Hvussu brúkar tú kortið

Gávukortið kann nýtast sum vanligt gjaldskort. Tú rindar við at draga magnetstrípuna gjøgnum terminalin.

Gávukortið kann brúkast á sama hátt sum reiður peningur, men hevur eisini sama váða fyri teg.

Gávukortið kann nýtast í øllum Smyril Line samtakinum – sí omanfyri.

Minsta upphæddin á gávukortinum er kr. 100,- og mesta upphæddin er kr. 3.000,-.

Gávukortið verður útbjóðað av

P/F Smyril Line
Yviri við Strond 1
P.O. Box 370
FO-110 Tórshavn
Tlf.: +298 34 59 00
booking@smyrilline.fo
smyrilline.fo
V-tal: 332828

Keyp av gávukortinum

Tað er bert møguligt at keypa gávukortið við diskin á søludeildini hjá Smyril Line, Yviri við Strond 1, 100 Tórshavn. Til ber at keypa gávukortið við vanligum gjaldskortum umframt við reiðum peningi. Keypið er

bindandi, tá tað er gjøgnumført og peningurin komin á gávukortið og er gávukortið virkið beinanvegin keypið er avgreitt.

Ánarin av gávukortinum er viðkomandi sum hevur tað í hendi.

Tað rúmast í mesta lagi kr. 3.000 á hvørjum korti.

Sí upplýsingar um iðranarrætt niðanfyri.

Prísir og meirvirðisgjald

Allir prísir eru í donskum krónum og eru íroknað meirvirðisgjald.

Gildistíðarskeið og innloysingarrætt

Gávukortið hevur gildið í 3 ár.

Ánarin av gávukortinum kann innan 3 ára gildistíðarskeiðið er farið og upp til 1 ár eftir hetta biðja um at restupphæddin verður innloyst til áljóðandi virðið við at seta seg í samband við Smyril Line. Ánarin kann soleiðis krevja áljóðandi virðið innloyst í samlað 4 ár eftir, at gávukortið er keypt.

Eitt ómaksgjald áljóðandi kr. 50,- verður tikið um restupphæddin verður innloyst innan 3 ára gildistíðarskeiðið er farið, meðan onki ómaksgjald er á 4 árinum har ánarin kann innloysa virðið á gávukortinum. Eftir 4 ár -frá tí at gávukortið er keypt- ber ikki til at fáa áljóðandi virðið innloyst.

Iðranarrættur

Vilt tú gera brúk av iðranarrættinum, er hetta møguligt upp til 14 dagar eftir, at gávukortið er móttikið og onki ómaksgjald verður tá kravt. Aftaná 14 dagar, kann tann sum hevur kortið, fáa peningin útgoldnan við at gjalda kr. 50 í ómaksgjaldi, sí eisini treytir okkara um innloysingarrætt omanfyri.

Frá fráboðan hevur tú 5 dagar, inntil gávukortið í seinasta lagi skal vera latið okkum aftur.

Gávukortið skal latast til:

P/F Smyril Line
Yviri við Strond 1
P.O. Box 370
FO-110 Tórshavn

Verður gávukortið sent, mást tú sjálv/ur gjalda flutningsgjaldið.

Dátuverndarpolitikkur

Dátutrygd tín er týdningarmikil fyri okkum. Vit fara við persónligu upplýsingum tínum í trúnaði og í samsvari við viðkomandi lógir um verju av dátuverju, og undir hesum persónsdátulógin. Meira er at lesa um hetta í dátuviðgerðarpolitikki okkara. Privatlívspolitikkur – Smyril Line

Virkjan av gávukortinum

Gávukortið er virkið og klárt at nýta, tá peningurin er goldin inn á kortið.

Nýtsla av gávukortinum

Gávukortið er tað sama sum reiður peningur, og tú brúkar kortið ístaðin fyri reiðan pening í teimum luttakandi handilsstøðunum.

Gávukortið kann brúkast á sama hátt sum eitt vanligt gjaldskort, men er ikki persónligt. Gávukortið er tískil ikki eitt persónligt handahavaprógv.

Gávukortið kann ikki steingjast um tú t.d. missir tað burtur ella tað verður stjolið. Burturmist kort verða ikki endurgoldin. Kortið kann ikki býtast til reiðan pening, um tað verður burturmist.

Tú góðtekur tí at bera váðan fyri misnýtslu av gávukortinum og harvið váðan fyri tí tapi, tú kanst vera fyri, um kortið verður brúkt av einum øðrum uttan títt loyvi. Tað sama er galdandi fyri móttakaran, um tú hevur givið øðrum gávukortið ella selt tað.

Hevur tú trupulleikar við gávukortinum, ella vilt tú at klaga um eitthvørt, heita vit á teg um at venda tær til:

P/F Smyril Line
Yviri við Strond 1
P.O. Box 370
FO-110 Tórshavn
Tlf.: +298 34 59 00
booking@smyrilline.fo
smyrilline.fo

Tú hevur eisini í ávísum førum rætt til at kæra til Brúkaraumboðið. Sí nærri á bruk.fo

Vilt tú at klaga yvir eina vøru ella tænastu, sum er rinda við gávukortinum, skalt tú venda tær beinleiðis til viðkomandi stað, har tú keypti vøruna ella tænastuna.

Hvør er handan gávukortið

Tað er P/F Smyril Line sum er handan útgávuna av gávukortinum.

Lógarval og varnarting

Eitt og hvørt keyp er undirlagt føroyskum rætti. Ein og hvør træta um gávukortið, sum fevnir um útbjóðaran av kortinum, P/F Smyril Line, skal leggjast fyri Føroya rætti.

Gildiskoma

Hesar viðskiftatreytir komu í gildið 2026.

Spurningar og ivamál

Eru ivamál ber til at seta teg í samband við okkum á:

P/F Smyril Line
Yviri við Strond 1
P.O. Box 370
FO-110 Tórshavn
Tlf.: +298 34 59 00
booking@smyrilline.fo
smyrilline.fo

Bóka ferðina her

icon-close