
FERÐAFRÁSØGN
Cruise til Danmarkar
Ein steðgur
frá gerandisdegnum
Vit fóru á cruise við Norrönu at feira okkara ársdag. Vit høvdu leingi tosað um at gera okkurt øðrvísi enn at fara á hotell – okkurt, har vit kundu leggja gerandisdagin eftir við hús og bara njóta tíðina saman.
Tað vóru nakrir heilt serligir dagar umborð. Longu tá Norröna legði frá bryggju, kendu vit, at frítíðin veruliga var byrjað. Vit skálaðu í brúsandi víni og hugnaðu okkum við frukt og sjokolátu.
Ferðafrásøgn eftir
Marin Jakobsen
Ferðamál
Cruise til Danmarkar
Tíð á árinum
Summarið 2026
Havútsýnið
úr dupultsongini
At vakna við útsýni yvir havið var ein uppliving í sær sjálvum. Vit gistu í einum Nordic luksuskamari við einum stórum vindeyga, sum gav kamarinum ein heilt serligan dám. Har kundu vit sita í vindeygaskarminum ella leggja okkum afturá í dupultsongini og njóta útsýnið.
Kamarið hevði eisini kaffimaskinu og sjónvarp, so vit høvdu alt, vit høvdu brúk fyri, tá vit vildu slappa av.
Okkurt gott til góman
Hvør máltíð umborð var ein lítil uppliving. Vit hugnaðu okkum við einari vælsmakkandi 3-rætta matskrá í Munkastovu og við góðum morgun- og kvøldarbuffeti í Skansagarði. Maturin var framúr góður, og saman við góða huglagnum og framúr tænastuni gjørdist hvør máltíð nakað serligt.
Til miðmála royndu vit eisini tey tiltiknu smyrjibreyðini í Munkastovu. Tey vóru bæði vøkur at hyggja at og sera vælsmakkandi – ein uppliving í sær sjálvum. Tað er avgjørt nakað, vit vilja viðmæla øðrum at royna.
Góðskutíð saman
Tað besta við ferðini vóru allar tær góðu løturnar, vit fingu saman.
Vit vandu saman í venjingarhølinum, og aftaná slappaðu vit av í hitapottinum. Tað var eitt av hæddarpunktunum á ferðini. Vit bíløgdu okkum tíð í móttøkuni og fingu baðikápur og inniskógvar. Tað kendist deiliga privat, tí hitapottarnir liggja eitt sindur avsíðis á dekkinum við skilaveggjum ímillum. Vit sótu í heita vatninum við einum køldum drykki, hugdu út yvir havið og lótu friðin fáa yvirhond. Tað vóru júst slíkar løtur, sum fingu okkum at kopla heilt úr.
Vit styttu okkum eisini um stundir í lounguni, Laterna Magica, sum liggur ovast á skipinum. Har sótu vit og prátaðu, nutu flotta útsýnið og fingu okkum ískaffi. Har var eisini livandi tónleikur, sum skapti ein serligan hugnaligan og avslappaðan stemning.
Vit vóru eisini í biografinum og sóu ein góðan film – ein hugnalig løta, har vit bara kundu seta okkum afturá og vera saman.
Ein íløga í parlagið
Vit hava fyrr verið úti at etið ella tikið eina hotellnátt saman, men ein cruiseferð er nakað heilt serligt. So skjótt Norröna leggur frá bryggju, kennist tað, sum um gerandisdagurin verður verandi eftir á landi. Her eru ongar skyldur, ongar órógvanir – bara vit bæði og góðskutíð saman á einum skipi, har alt er lagt til rættis.
Tá vit fóru í land aftur, kendist tað, sum um vit høvdu verið burtur nógv longur enn nakrar dagar. Vit komu heim við nýggjari orku, góðum minnum og einari greiðari kenslu av, at hetta ikki verður seinasta ferðin, vit fara umborð á Norrönu. Tað var veruliga ein íløga í parlagið og í tíðina saman.









