Við vaksandi altjóða virksemi hava vit úr at gera, og tí sóknast vit eftir einum nærlagdum starvsfelaga til okkara toll- og tænastutoymi.
Í starvinum, fært tú saman við tínum starvsfeløgum, ábyrgd av at veita kundum okkara eina góða og skjóta tænastu innan toll økið. Tú verður sjálvandi væl móttikin, og fær upplæring frá royndum starvsfeløgum á deildini.
Arbeiðsuppgávur
Sum toll- og tænastufólk fer tú at:
- Tolla innflutning; bæði sjó- og flogfrakt
- Gera tarifering av okkara breiða vøruúrvali
- Veita ráðgeving og kunning innan tolløkið til kundar, veitarar og aðrar deildir – og loysa uppgávurnar saman við kundum og veitarum
- Samstarva og samskifta við lokalar og altjóða veitarar, samstarvsfelagar og myndugleikar
Tín vangamynd
- Tú tollar við skili fyri detaljum og er ágrýtin at veita góða og skjóta tænastu
- Tú trívist í einum starvi, har tolling, tænasta og samskifti er av stórum týdningi
- Dugir væl at orða teg í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum
- Telduførleikar á brúkarastøði
- Viðkomandi starvsroyndir innan tolling er ein fyrimunur, men ikki eitt krav
- Kunnleiki til vøruskránna er ein fyrimunur, men ikki eitt krav
Setanartreyt
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Talan er um fulltíðarstarv, men við møguleika at tillaga til tín gerandisdag.
Vilt tú vita meira um starvið?
Tú ert vælkomin at seta teg í samband við leiðaran á toll- og tænastudeildini Anniku Háberg, á telefon 239615 ella annika@cargo.fo.
Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines og Glyvursnes og rekur farmaskipið Lista. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.