Sølu- og logistikkfólk til farmadeildina hjá Smyril Line

Place

Smyril Line í Tórshavn

Application Deadline

June 22, 2025

Hevur tú hug at arbeiða í einum livandi og altjóða arbeiðsumhvørvi, har tú dagliga samstarvar við fólk úr ymsum londum og ert við til at veita kundum okkara dygdargóðar flutningsloysnir? Til okkara skunddeild, Smyril Line Cargo Express, í Tórshavn, leita vit eftir einum ídnum og tænastusinnaðum starvsfelaga.

Arbeiðsuppgávur

Sum sølu- og logistikkfólk fert tú at: 

  • Samskipa vøru- og farmaflutning innanlands og uttanlands 
  • Samskifta við kundar og veitarar 
  • Gera tilboð 
  • Avgreiða skjøl til innflutning og móttøku av ordrum 
  • Vera við til at tryggja eina dygdargóða kundatænastu 
Tín vangamynd
  • Dugir væl at samskipa og veita tænastu á høgum støði
  • Dugir at samskifta á føroyskum, donskum og enskum – bæði í skrift og talu
  • Hevur tú royndir innan speditión, er tað ein fyrimunur – men ikki ein treyt
Vit bjóða

Eitt avbjóðandi og gevandi starv í einum altjóða umhvørvi, har eingin dagur er eins. Tú verður ein týðandi partur av toyminum, sum hvønn dag samstarvar við starvsfelagar, bæði innanhýsis og á skrivstovum okkara í Danmark, Hollandi og Íslandi.

Setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Freistin at søkja er 22. juni 2025. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir starvið umvegis frymilin niðanfyri.

Vilt tú vita meira um starvið?
Tú ert vælkomin at seta teg í samband við leiðaran á innflutningsdeildini, Brian Vang Poulsen, á 239623 ella brian@cargo.fo.

Um Smyril Line

Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines, Akranes og Glyvursnes og rekur farmaskipið Lista. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

Apply for job

Sølu- og logistikkfólk til farmadeildina hjá Smyril Line

Book your journey here