Smyril Line søkir eftir manning

Place

Norröna

Application Deadline

February 22, 2026

Smyril Line víðkar um flotan við tveimum nýggjum RoRo farmaskipum, og søkja vit eftir manning til brúnna, maskinuna og dekkið. Størvini fevna bæði um tey nýggju skipini og núverandi farmaskipini (Mykines & Glyvursnes).

Vit bjóða eitt spennandi starv í einum føroyskum reiðaríi í vøkstri, har tú fær stóra ábyrgd og fjøltáttaðar uppgávur. Harumframt kunnu vit bjóða eitt støðufast starv við fastari skiftisskipan. Vit hava nógvar spennandi ætlanir fyri framman og eru tey nýggju farmaskipini ein liður í tí.

Tey nýggju farmaskipini vera 190 metrar til longdar og 27 metrar til breiddar, hava 3.300 lane-metrar til treylarar og eru bygd eftir umhvørvisvinarligum standardi. Eftir ætlan fara tey í sigling í summar.

Størvini og krøv

Vit sóknast eftir manning til brúnna, maskinuna og dekkið. Størvini krevja, at tú í minsta lagi hevur:

  • Heilsuprógv
  • Trygdarskeið
  • Fyrstuhjálparskeið
  • Bátaføraraskeið
  • Brannskeið/roykkavaraskeið

Starvsroyndir frá farmaskipum er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

Harumframt er týdningarmikið, at tú arbeiðir skipað, dugir at raðfesta og samstarvar væl í einum toymi.

Trygdin er grundarsteinurin í øllum sum vit gera, og er tað sera týdningarmikið, at allar leiðreglur og krøv verða hildin.

Setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært kollektivum sáttmálum á økinum millum;

  • Føroya Skipara- & Navigatørfelag og Reiðarafelagið fyri Handilsskip
  • Maskinmeistarafelagið og Reiðarafelagið fyri Handilsskip
  • Sjómannadeild FF og Reiðarafelagið fyri Handilsskip
Starvssetan og umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er 22.02.2026. Umsóknirnar verða viðgjørdar leypandi.

Tú søkir størvini umvegis frymilin niðanfyri.

Hevur tú spurningar til størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Hjørdis í Dávastovu, HR-leiðara, á tel. 23 59 50 ella Jóhan av Reyni, rakstrarstjóra á tel. 58 05 00. Ella umvegis teldupost hr@smyrilline.fo.

Um Smyril Line

Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines og Glyvursnes og rekur farmaskipið Lista. Smyril Line byggir samstundis nýtt høvuðssæti á Molanum í Havn, umframt tvey nýggj farmaskip. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

Apply for job

Smyril Line søkir eftir manning

Book your journey here

icon-close