Bilførari til flog- og skunddeildina hjá Smyril Line

Application Deadline

February 22, 2026

Við vaksandi altjóða virksemi hava vit úr at gera, og sóknast tí eftir einum ábyrdarfullum og tænastusinnaðum bilførara til okkara flog- og skunddeild. Hjá Smyril Line verður tú partur av einum dugnaligum og stuðlandi umhvørvi, har vit leggja dent á trivnað og gott samstarv.

Arbeiðsuppgávur

  • Útbering av smápakkum og skundsendingum til privat- og vinnukundar
  • At planleggja og røkja tína rutu effektivt
  • At tryggja høga kundatænastu við hvørja útbering
  • Handfaring av skannara, dokumentatión og møguligum retursendingum

Tín vangamynd

  • Hevur koyrikort B
  • Trívist í einum arbeiði við skiftandi arbeiðistíðum
  • Tú ert álítandi, væl skipað/ur og dugir at halda yvirlit, eisini tá ferðin er høg
  • Hevur góð samstarvsevni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt

Setanartreytir

Talan er um fulltíðarstarv, og við møguleika at tillaga til tín gerandisdag. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Umsóknarfreist

Freistin at søkja er 22. februar 2026. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir starvið umvegis frymilin niðanfyri.

Vilt tú vita meira um starvið?

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við innflutningsleiðaran Brian Vang Poulsen, á telefon +298 239623 ella brian@cargo.fo.

Um Smyril Line Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines og Glyvursnes og rekur farmaskipið Lista. Smyril Line byggir samstundis nýtt høvuðssæti á Molanum í Havn, umframt tvey nýggj farmaskip. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi. 

Apply for job

Bilførari til flog- og skunddeildina hjá Smyril Line

Book your journey here

icon-close