Skrivstovuútbúgving innan fyrisiting – nakað fyri teg?

Place

Saltangará

Application Deadline

April 26, 2026

So hevur tú nú møguleikan at søkja lærupláss hjá OCD, ið er partur av Smyril Line samtakinum. Sum skrivstovulærlingur hjá OCD verður tú ein týðandi partur av føroyska vinnulívinum, har vit arbeiða við føroyskari og altjóða flutningssamskipan.

Tú verður partur av einum dugnaligum og royndum starvsfólkatoymi, sum syrgja fyri, at tú fært eina góða upplæring.

Tað er nógv at læra, og við tíðini fært tú fleiri spennandi uppgávur, m.a:
  • Ordramóttøku
  • Debitor-bókhald
  • Kundasamskifti umvegis teldupost og telefon
  • Goymslu
  • Samskipa inn- og útflutning
Um teg

Tú hevur lokið miðnámsútbúgving ella FHS. Vit vænta, at tú ert ágrýtin, álítandi og hevur hug at læra og mennast í starvinum. Tú trívist í einum fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi, har tað til tíðir kann ganga skjótt fyri seg. Harumframt tekur tú ábyrgd og leggur stóran dent á at veita kundum okkara framúr góða tænastu.

Setanarviðurskifti

Lærutíðin er millum 2 – 3 ár, alt eftir hvørja útbúgving tú hevur lokið. Tú verður lønt/ur sambært sáttmálanum hjá Samverk. Skúlagongdin verður tikin á Glasi.

Arbeiðsstaður er á høvuðsskrivstovuni hjá OCD í Saltangará.

Eftir lokna lærutíð, hevur tú eina viðurkenda skrivstovuútbúgving innan fyrisiting, ið gevur tær góðar framtíðarmøguleikar – les meira um útbúgvingina HER.

Umsóknarfreist

Freistin at søkja starvið er 26. apríl 2026. Tú søkir starvið umvegis frymilin niðanfyri. 

Drála ikki - umsóknir verða viðgjørdar leypandi. 

Vilt tú hoyra meira um starvið ?

Ynskir tú fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Sandru Poulsen, á tlf. +298 74 91 27.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær!

Um OCD

Høvuðsvirksemið hjá OCD er at flyta farm frá og til farmaskipini hjá Smyril Line. Smyril Line rekur ferðafólka- og farmavirksemi.

Smyril Line eigur ferðafólkaskipið Norrönu og farmaskipini Mykines og Glyvursnes. Harumframt rekur reiðaríið farmaskipið Lista. Smyril Line byggir nýtt høvuðssæti á Molanum í Havn, umframt tvey nýggj farmaskip. Hotel Hafnia og Hotel Brandan eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

Apply for job

Skrivstovuútbúgving innan fyrisiting – nakað fyri teg?

Book your journey here

icon-close