Ábyrgdari fyri fíggjarligari rapportering

Place

Høvuðsskrivstovan

Application Deadline

March 15, 2026

Vilt tú standa á odda fyri okkara umlegging til IFRS og somuleiðis styrkja fíggjarligu rapporteringina hjá Smyril Line? Vit leita eftir einum dugnaligum og royndum ábyrgdara fyri fíggjarligari rapportering til høvuðsskrivstovu okkara í Tórshavn.

Tú kemur at leiða umleggingina frá ársroknskaparlógini til IFRS, og samstundis virka sum ein tættur sparringspartnari hjá fíggjarstjóranum. Harumframt kemur tú at standa fyri einum stórum parti av kvartalsrapporteringum og samskifti við grannskoðarar.

Tínar høvuðsuppgávur verða m.a. at:
  • Hava høvuðsábyrgd av implementering og dagføring av IFRS-reglum
  • Útvega greiningar av nýggjum og broyttum IFRS-standardum og meta um ávirkan á roknskap og rapportering
  • Tryggja eina rættvísa og rættstundis rapportering til áhugapartar og myndugleikar
  • Hava ábyrgd av framleiðslu og uppsetan av kvartals- og ársrapportum eftir IFRS-standardum 
  • Tryggja samsvar millum roknskaparlig tøl og frágreiðingar
  • Virka sum fakligur ráðgevi og sparringspartnari hjá fíggjarstjóranum
  • Fyrireika og samskipa grannskoðan av IFRS-roknskapum
  • Menna og effektivisera arbeiðsgongdir innan roknskap og rapportering
Tín vangamynd

Vit ímynda okkum, at tú:

  • Hevur viðkomandi hægri útbúgving innan fíggjar- og roknskaparøkið (cand.merc.aud. ella líknandi)
  • Hevur royndir við IFRS t.d. frá grannskoðan ella størri fyritøkum
  • Hevur arbeitt sjálvstøðugt við kvartals- og ársrapporteringum
  • Dugir at taka ábyrgd og halda freistir
  • Ert fakliga sterk/ur og samstundis pragmatisk/ur
  • Dugir at samskifta greitt og professionelt, bæði á føroyskum og enskum
Vit bjóða
  • Eitt lyklastarv í einari spennadi fyritøku í stórari menning, har tú kemur at hava møguleikan at seta títt fingramerkið á starvið
  • Høvuðsábyrgd innan IFRS og rapportering
  • Eitt arbeiðsumhvørvi við dugnaligum starvsfeløgum, har vit leggja dent á trivnað og samstarv
Starvssetan og umsóknarfreist

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Freistin at søkja er 15. mars 2026.

Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.

Tú søkir starvið umvegis frymilin niðanfyri. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Bartal Højgaard, fíggjarstjóra, á tel. 23 59 53 ella á bartal@smyrilline.fo.  

Um Smyril Line

Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur ferðafólkaskipið Norrönu og farmaskipini Mykines og Glyvursnes. Harumframt rekur reiðaríið farmaskipið Lista. Smyril Line byggir nýtt høvuðssæti á Molanum í Havn, umframt tvey nýggj farmaskip. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

Apply for job

Ábyrgdari fyri fíggjarligari rapportering

Book your journey here

icon-close