Smyril Line søkir eftir kokki til avloysaratúr umborð á Mykinesi í tíðarskeiðnum 8. mai til 5. juni 2025.
Les meira um Mykines HER
Tín vangamynd
- Vinnubræv sum skipskokkur við handilsskipum
- Trygdarskeið, brandskeið og heilsuprógv
Uppgávur
- At matgera góðan og fjølbroyttan mat til manningina, sum telur áleið 15 fólk
- At halda køkin reinan og tryggja reinføri í øllum tínum gongdum
Setanartreytir
Setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag og Reiðarafelagið fyri Handilsskip.
Umsókn
Umsóknarfreistin er 6. mai 2025. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir starvið við at nýta frymilin niðanfyri.
Hevur tú spurninar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Karin Katrinu Liliendahl, HR-umsitara á 235951 ella HR@smyrilline.fo.
Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines, Akranes og Glyvursnes. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.